Ljóðbrot: Gert Hansen væntar at Víkingur kemur víðari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, er ikki við Víkingi í Norðurírlandi, tá ið teir í annaðkvøld spæla seinna dystin í Conference League móti Linfield.

Í staðin verður tað Gert Hansen sum saman við hjálparvenjaranum Óla Kristian Jacobsen skal standa á odda fyri Víkingi, sum vann fyrst dystin í Føroyum 2-1.

Rúni á Reynatrøð frá FM1 hevur tosað við Gert Hansen undan dystinum.

Hann letur væl at venjingini. Vøllurin er góður og leikvøllur flottur.

Hann sigur, at allir mans eru tøkir, og tað er so at siga greitt, hvør byrja inni.

Gert sigur seg eisini hava góðar vónir, hóast hann veit, at dysturin verður trupul, og at Víkingur skal spæla upp til sítt besta fyri koma víðari.

Hoyr alla samrøðuna við Gert Hansen niðanfyri.