Ljóðbrot: Hanus Hansen ivast um broytingar í sjófeingislógini eru lógligar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík og formaður í Reiðarafelagnum, segði í tíðindasendingini í FM1 í dag, at hann ivast í, um broytingar í sjófeingislóginisum, sum bara raka einstaklingar, eru lógligar. Men hann veit ikki, um teir gera nakað við málið, hóast hann er vísir í, at hetta ikki er í ordan.

Hanus Hansen vísir í lesarabrævið í dag á, at tað bert eru hann og hansara virksemi í Klaksvík, sum eru rakt av broytingunum, sum snúgva seg um nærstandandi, tá ið talan er um ognarskap í skipum.