Ljóðbrot: Skulu vænta nakrar broytingar á liðnum móti Montenegro

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir manslandsliðið í fótbólti niðri Montenegro.

Trygvi Absalonsen frá FM1 sigur frá dystinum beinleiðis, og hann hevur í dag hitt Eyðun Klakstein, landsliðsvenjara niðri í Montenegro.

Eyðun Klakstein boðar frá nøkrum broytingum á liðnum, tí tað er stutt millum dystirnar, og teir vilja brúka hópin.

Landsliðið fyrireikar seg eftir strævna dystin móti Kekkia og góða eina ferð til Montenegro. Eyðun sigur, at tíðin millum dystirnar er avmarkað, men tað er tað sama hjá øllum.

Venjingin í kvøld verður ikki á leikvøllinum, tí har regnar illa, men neyðugar fyrireikingar verða gjørdar, sigur Eyðun Klakstein.


Lurta eftir allari samrøðuni við Eyðun Klakstein niðanfyri