FM1 tosaði í tíðindunum í gjár við Høgni Hansen frá Fiskimarknaði Føroya.
Hann sigur, at tað hevur verið lítið av fiski farnu dagarnar, men væntar at eitt sindur kemur seinni í vikuni. Hann sigur at forsøgnin sær góð út til veðrið, so hann væntar eitt sindur av útróðrarfiski.
Høgni Hansen letur annars væl at summarinum, sum hevur verið rættiliga gott hjá heimaflotanum og prísurin hevur verið góður.
Hann sigur, at prísurin á toski og hýsu er framvegis høgur. Toskur liggur millum 30 og 40 krónur fyri kilo í miðal, og hýsan hevur eisini táttað í 30 krónur fyri kilo.