Ljóðsamrøða: Sigurd skifti astronautmat út við mammumat og fullførdi bragdið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðan Sigurd Lamhauge framdi eitt av størstu brøgdum í Føroya søgu.

Sigurd svam og rann úr Akrabergi í Suðuroy til Kirkju í Fugloy. Føroyafólk fylgdi sera væl við bragdinum í nýstovnaða Sjónvparpi Føroya, útvarpinum og skrivaðu miðlunum.

FM1 hevur tosað við Sigurd í sambandi við 40 ára dagin.

Hann sigur, at hann legði bragdið til rættis í nøkur ár, og hugskotið spratt millum annað úr Føroyingasøgu, har Sigmundur Brestisson svam úr Skúvoy til Sandvíkar.

Sigurd sigur, at størsta avbjóðingin var at svimja um Suðoyarfjørð, og so fekk hann eisini ringan maga av serstøkum austronautmati. Men tað hjálpti, tá ið hann fór at eta vanligan mammumat. Eisini fann hann út av, at hvíldin millum dagarnar var sera týðandi.

Sigurd, sum var 22 ára gamal í 1985, sigur at hann vandi í hálvtannað ár til túrin. Í dag angrar hann einki, hóast hann tá mátti frávelja nógvar veitslur.

Hoyr alla samrøðuna við Sigurd Lamhauge her:

Mynd úr Ítróttur 1985