Ljóðsamrøða við Pól Sundskarð: Útlendingar tóku slóðirnar og seldu tær

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Á middegi greiddi Pól Sundsskarð í tíðindasendingini hjá FM1 frá heimasíðuni hikewithpol.fo, har hann hevur lagt út 340 fjallaslóðir og 90 bygdagøtur kring landið. Hann byrjaði at skráseta túrar, tá ið hann rann nógv í fjøllunum og legði tær á eina heimasíðu í 2016.

Tá ið útlendingar tóku slóðirnar og seldu tær, tók Pól Sundskarð slóðirnar av síðuni, sum seinni varð seld til Jarðir. Nú eru slóðirnar lagdar út aftur og atkomuligar hjá øllum, hóast Pól helst vildi, at tær vóru bert til føroyingar..

Lurta eftir allari samrøðuni við Pól Sundskarð niðanfyri: