Løgfrøðingur gera tilmæli til lands-stýrismálanevndina

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Tað verður ikki umstingin í Løgtinginum, men ein uttanhýsis løgfrøðingur, sum fer at gera eitt tilkmæli til landsstýrismálanevndina í kærumálinum, sum ÁrniSkaale, tingmaður, hevur gjørt um Dennis Holm, landsstýrismann við fiskivinnumálum.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at hetta verður gjørt í samráð við stjóran í Løgtinginum, Jonhard Klettheyggj.

-Hetta er eisini valt fyri at fáa onnur eygu at hyggja at málinum, sigur formaðurin.

-Umsitingin í Løgtinginum hevuyr arbeitt við málinum eina tíð, men so kom málið við Ingilín Strøm, sum fylti rættuliga nógv, so hetta málið hevur ligið stilæt eina tíð. Nú bíða vit eftir eksternu frágreiðingini. Vit hava fund hósdagin, men eg vænti ikki hon verður klár til tá, sigur Hans Jacob Thomsen.