Nú broytingar hava verið í landsstýrinum, eru eisini broytingar farnar fram, hvussu tingið er mannað.
Í tí sambandi verða tingnevndir valdar av nýggjum á tingfundinum í dag klokkan 13.00. Eisini verða limir valdir í Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið. Harafturat skal ein nýggjur løgtingsgrannskoðari veljast fyri Erling Ejdesgaard.
Á skránni eru eisini seks 3. viðgerðir, fimm 2. viðgerðir og tvær 1. viðgerðir.
Dagsskráin, hósdagur, 10. apríl 2025, kl. 13:00
| 1 | Atkvøðugreiðsla sambært § 26, stk.1 í tingskipanini um at velja tingnevndirnar av nýggjum |
| 2 | Val av nevndum, nevndar í § 24 í tingskipanini |
| 3 | Val av limum í Útnorðurráðið |
| 4 | Val av limum í Norðurlandaráðið |
| 5 | Val av einum limi til løgtingsgrannskoðararnar |
| 6 | 3. viðgerð LM-026/2024 – Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum |
| 7 | 3. viðgerð LM-049/2024 – Uppskot til løgtingslóg um heilivág |
| 8 | 3. viðgerð LM-097/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverkið (Ásetingar um universitetssjúkrahús) |
| 9 | 3. viðgerð LM-095/2024 – Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi |
| 10 | 3. viðgerð LM-078/2024 – Uppskot til løgtingslóg um at byggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík |
| 11 | 3. viðgerð LM-079/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur og prosjektering av heildarætlan) |
| 12 | 2. viðgerð LM-075/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Broyta ásetingar um rúsevnakoyring, fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu, avgreiðsla av málum uttan rættarsókn og skiftisreglur) |
| 13 | 2. viðgerð LM-083/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Fylgibroyting orsakað av at toll- og vøruskráin verður dagførd) |
| 14 | 2. viðgerð LM-085/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Fylgibroytingar orsakað av dagførdari toll- og vøruskrá) |
| 15 | 2. viðgerð LM-086/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Dagføring av toll- og vøruskránni) |
| 16 | 2. viðgerð LM-098/2024 – Uppskot til samtyktar um avtalur við onnur lond um koyrikort |
| 17 | 1. viðgerð LM-109/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Tíðartreytað pensjón o.a.) |
| 18 | 1. viðgerð LM-110/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í fiskimannaskipanini) |
| 19 | Umrøða av spurningi SS-007/2024 – Vanlukkutryggingarráðið |
| 20 | Framløga |
| Viðmerkingar LM-083- 085 og 086/2024 verða viðgjørd undir einum LM-109/2024 verður beint í Trivnaðarnevndina LM-110/2024 verður beint í Rættarnevndina | |



