Løgmaður og løgtingsforkvinnan hittu Zelensky forseta

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Aksel V. Johannesen, løgmaður og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, vóru til móttøku í Fólkatinginum í dag, har tey fingu høvi at heilsa uppá ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, sum er á almennari vitjan í Danmark.

Í hesum sambandi, hevði Margretha drotning boðið løgmanni til miðmála saman við Ukrainska forsetanum. Til miðmálan luttóku millum annað eisini danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin.

Í stuttum práti við Zelensky forseta, segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum.

-Eg nýtti høvið at gera greitt, at Føroyar standa saman við Ukraina í stríðnum um frælsi. Haraftrat segði eg forsetanum, at vit framhaldandi fara at taka móti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.