Løgreglan ávarar fólk um íløgusvik

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Heimurin verður alsamt meira talgildur, og tað hevur eisini við sær, at brotsmenn flyta seg yvir í talgilda heimin at lokka pening frá fólki.

Seinastu tíðina hevur Føroya Politi fingið fráboðanir frá fólki, sum hava verið fyri sonevndum íløgusviki. Í flestu førum hava tey sæð eina lýsing á Facebook, sum vísir til, at okkurt navngivið og kent fólk hevur vunnið stóra peninganøgd við at gera íløgur í eitt nú talgilda gjaldoyrað Bitcoin og Tesla.

Lýsingarnar leinkja til heimasíður, sum ofta síggja professionellar og flottar út.

– Men heimasíðurnar eru tó ikki veruligar íløgusíður, men eru einans gjørdar til at snýta pening frá fólki, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

Løgreglan vísir á, at svik av hesum slag hava ofta hesi eyðkenni:

• Lýsingarnar eru ofta um, hvussu rík okkurt navngivið kent fólk er blivið uppá at gera íløgur í Bitcoin.

• Heimasíðurnar lova høgt og skjótt avkast.

• Tey, sum stovna sær brúkara á heimasíðunum, verða ofta ringd upp av teimum, sum standa aftan fyri heimasíðuna. Tey, sum ringja, geva seg út fyri at vera ráðgevar, sum ynskja at hjálpa við at gera íløgur fyri peningin hjá fólki.

• Hesir sokallaðu “ráðgevarnir” bjóða sær til at fáa fjaratgongd til telduna hjá brúkaranum fyri at hjálpa við at gera íløguna.

Føroya Politi vil tí eggja øllum til at vera eyka varin, tá tað snýr seg um at gera íløgur ígjøgnum heimasíður, sum hava nakað av eyðkennunum, sum eru nevnd omanfyri.

Víst verður til sending á Danmarks Radio, DR Kontant, sum í apríl í fjør hevði eina sending, ið lýsir væl, hvussu hetta hetta slagið av sviki gongur fyri seg.

Sendingin kann síggjast HER.