Seinnapartin í gjár klokkan 17.45 hendi eitt ferðsluóhapp við Skipaneskrossin. Ein bilur við viðfestisvogni skuldi snara oman ímóti Skipanesi, tá ið hann mátti bremsa brádliga. Orsøkin var, at ein reyður bilur yvirhálaði ein hvítan persónbil, og teir komu ímóti honum.
Brábremsingin gjørdi, at bilurin misti tamarhaldið. Viðfestisvognurin fór at slingra, og endin varð, at bilurin fór út av vegnum. Bilurin fekk rættiliga stóran skaða, men eingin fólkaskaði hendi.
Løgreglan sigur, at báðir teir mótkoyrandi bilarnir, tann reyði og tann hvíti, koyrdu víðari uttan at steðga. Tað er ógreitt, hvønn veg teir fóru, út eftir Skálafjørðinum ella ímóti Gøtu. Løgreglan veit ikki, hvørjir bilarnir eru, men sigur at talan er um tveir persónbilar, ein hvítan og ein reyðan.
Tí eftirlýsir løgreglan nú báðar bilførararnar. Vaktleiðarin sigur: Vit vita ikki nummarið, ella hvat slag av bili tað var, men vilja fegin hoyra frá teimum.