Eitt felags átak hjá løgregluni og TAKS førdi í gjárkvøldið til, at funnin vóru knappliga 10 kg av hashi í einum persónbili í Havn.
Ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin, og handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.
Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag, sigur løgreglan.