Løgreglan boðar í dag frá, at venjingar eru á skrá ymsastaðni í Havn í dag.
Talan er um vernjingar við servandum løgreglufólki, og løgreglan sigur, at um fólk síggja hesi løgreglufólkini, so er ikki at órógvast, tí at talan er bert um venjingar.
Løgreglan ger á hvørjum ári venjingar við vápnaðum løgreglufólkum, og av tí at øll løgreglufólkini kunnu ikki gera venjingar samstundis, verða venjingarnar hildnar fleiri dagar um árið.
Atfinningar hava áður verið móti løgregluni fyri at gera hesar venjingarnar í bygdum øki, men við dimma.fo greiddi løgreglan í november í 2021 frá, at løgreglan skal eisini gera venjingar í at taka seg inn í bygningar, og at tá nyttar lítið at gera venjingarnar úti í haganum.