Løgreglan sigur at tamarhald er á støðuni úti á Enni í Fuglafirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Dagføring kl. 13:15

Løgreglan boðarfrá at tamarhald er á støðuni. Fólk verða biðin um at vísa størsta varsemi og at koyra niðanfyri Pelagos.



KL. 12.23
Í løtuni er nógvur vindur úti á Enni í Fuglafirði. Tað skrivar Føroya Politi á Facebook.

Vegurin er stongdur frá Bergfrost og víðari út til Vónina. Á økinum standa høgar stilladsur rundanum nakrar oljutangar, og tí er sera ótrygt á staðnum.

Fuglafjardar sløkkilið er til staðar og arbeiðir við at tryggja støðuna