Løgregan hevur loksins brotið tøgnina um vitjanina umborð á John Paul Dr Joria farna fríggjadag, og í tíðindaskrivi sigur løgreglan fyri løtu síðani, at manningin umborð á skipinum vildi ikki lovya løgregluni umborð, tá hon kom á vitjan.
Løgreglan sigur, at skipið hevur tvær ferðir brotið forboðið móti at sigla inn um 12 fjórðingamarkið – og ikki bert eina ferð, sum hildið hevur verið – umframt at manningin hevur ikki givið seg undir innferðareftirlit í sambandi við at skipið sigldi inn í føroyskt øki.
Í fyrsta lagi vildi løgreglan tosa við manningina fyri at sleppa undan, at støðan gerst vandamikil, um tað skuldi komið fyri, at forboðið verður brotið av nýggjum.
Løgreglan sigur eisini, at hettta er vorðið uppaftur meira aktuelt, eftir at Paul Watson, sum ikki er skipari á skipinum, hevur upplýst á Facebook, at tey eru sinnað at bróta forboðið av nýggjum – eisini eftir at løgreglan hevur verið í samskifti við skipið.
Í øðrum lagi skuldi løgreglan skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið fyri at sigla inn um 12 fjórðingamarkið. Løgreglan skuldi eisini skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya uttan at geva seg undir innferðareftirlit. Aftrat hesum skuldi løgreglan kalla inn til rættarfund hósdagin í hesi vikuni um viðurskiftini.
Løgreglan sigur, at arbeitt verður framhaldandi við málinum, og at løgreglan fer framhaldandi at royna at fara í dialog við manningina.