Løgreglan spyr um ein Citroën C3

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinnapartin í gjár rendi ein Citroën C3 bilur á tveir parkeraðar bilar í J. C. Svabosgøtu í Havn – beint omanfyri Mest.

Tað skrivar dimma.fo.

Bilførarin í Citroën C3 bilurin steðgaði ikki, ið hann skuldi eftir lógini, men rýmdi frá staðnum. Men løgreglan sigur, at høgra spegl lá eftir á vegnum og út frá hesum kann løgreglan staðfesta, at talan er um ein Citroën C3 frá 2015.

Løgreglan heitir á fólk, at er tað onkur, sum veit um ein Citroen C3 frá 2015 við skaða í høgru síðu, og sum eisini manglar høgra síðuspegl, eru tey vælkomin at siga frá. Einki verður sagt um lit á bili.

Óhappið er hent ímillum klokkan 12.45 og 14.45.