Løgreglan: Tvey mál um falskan pening í seinastuni

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Løgreglan boðar í dag frá, at hon hevur seinasta mánaðin fingið tvær fráboðanir um brúk av følskum pengaseðlum, og løgreglan heitir nú á fólk, ið hava verið fyri peningafalsan, um at seta seg í sambandi við løgregluna.

Løgreglan veit at siga, at annað brotið er fram áðrenn 16. november í 2022, meðan seinna brotið er framt áðrenn 3. apríl í ár.

– Peningafalsan er eitt álvarsamt lógarbrot, og politiið kannar málið í løtuni. Politiið ynskir tí at hoyra frá fólki og fyritøkum, sum møguliga hava verið fyri peningafalsan, sigur løgreglan.