Løgreglan við at troyttast av plastkúlum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hesa seinastu tíðina hava verið nakrir tilburðir, har skotið hevur verið eftir fólki við plastkúlum – og oftast hevur tað verið ungir mans, sum eru koyrandi í bili, ið skjóta, at síggja til, tilvildarlig fólk.

Í gjár var einki undantak, tá ein kvinna varð rakt av plastkúlum, tá hon kom gangandi eftir Glyvursvegnum á Argjum.

Kvinnan gjørdist somikið kløkk, at hon fekk ikki nummarplátuna við á bilinum, har skotini komu frá, men løgreglan heldur seg vita, hvør bilurin, og so eisini eigarin, er.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at hetta er brot á skilhaldsreglurnar, og tí verður arbeitt við at geva rætta viðkomandi eina bót fyri tilburðin, sum í undanfarnum tilburðum hevur verið 1.500 krónur, umframt at hald verður lagt á luftrevolvaran, og tær kosta millum 1.000 og 1.200 krónur, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.

Í hesum sambandi vil løgreglan minna fólk á, at tað, sum av mongum verður rópt dreingjalótir, kann fáa álvarsamar avleiðingar, bæði fyri viðkomandi, ið skjýtur, men eisini fyri tann, sum verður raktur, tí verður fólk millum annað rakt í eyga ella fáa skaða av skotum, so er talan um brot á revsilógina, og tá er revsingin nakað væl harðari.

– Tí vil løgreglan minna á, at hetta kann fáa keðiligar avleiðingar fyri tann, sum skjýtur hesar plastkúlurnar eftir fólki, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.

Tilburðurin á Argjum í gjár er tann fjórði innan stutta tíð, har hinir tríggir tilburðirnir hava verið í Klaksvík, tá tilvildarlig fólk verða rakt av hesum plastkúlum, sum verða skotin úr bilum, ið koyra framvið fólki.