,

Løgtingið avgreiðir seinastu málini í dag og fríggjadagin

Skrivað

FM1

Dagfesting

Fýra mál eru á skrá á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 10 í morgun.

Talan er um tríggjar 2. Viðgerðir og eina umrøðu av skriftligum fyrispurningi.

Fyrst á skrá er onnur viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn. Hesir eru bygningarnir, ið fyrr vóru Læraraskúlin og Venjingarskúlin, og sum eftir ætlan skulu nýtast sum setusrkampus hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Næst á skrá er uppskot til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast, og síðani verður onnur viðgerð av uppskotinum at geva landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum víðkaðar heimildir at seta í verk avmarkandi tiltøk móti Russlandi í sambandi við ágangin í Ukraina.

Seinast á skrá er umrøða av skriftligum fyrispurningi, ið Bárður á Lakjuni hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, har spurt verður, um Sernám ger mismun á børnum við Down syndromi.

Málini omanfyri eru seinastu mál á skrá hjá tinginum, og væntandi verða málini liðugt avgreidd, tá tingið aftur kemur saman til fundar fríggjadagin.