Løgtingið skal í morgin taka støðu til, um landið skal játta 30 milliónir krónur til stórhøllina Føroya Arena.
Í uppskotinum stendur, at landsstýrisfólkið fær heimild at lata 30 milliónir krónur í stuðli at byggja stórhøll í Hoyvík, og at stuðulin verður útgoldin samsvarandi byggingongdini í sama lutfalli, sum hinir stuðulsveitararnir gjalda.
Yvirhøvur er talan um ein avgreiðsluspurning, tí formenninir fyri allar politisku flokkarnar hava longu í mars mánaði givið tilsøgn til fyriskipararnar um at veita hesar 30 milliónirnar.
Formenninir hava kortini sett sum treyt, at aðrir íleggjarar binda seg til at fíggja samlaðu verkætlanina; at landsstýrið tryggjar sær, at øll formlig viðurskifti kring sjálvsognarstovnin, ið skal standa fyri bybgging og fígging, eru í lagi og lúka allar treytir fyri ætlaða virkseminum; at landsstýrið skal góðkenna reglugerðir fyri sjálvsognarstovnin og ætlaða virksemið; og at flokkarnir regluliga verða kunnaðir um gongdina við verkætlanini.
Tingfundurin byrjar í morgin klokkan 11.