Løgtingið viðgerð millum annað landbúnað, skúla og sjófeingi í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klokkan 9.30 í morgun er tingfundur. Á skránni eru sjey 2. viðgerðir og ein 3. viðgerð

Fýra uppskot knýta seg at landbúnaðinum, harav eitt er at víðka nevndina í Visit Faroe Islands soleiðis at landbúnaðurin er umboðaður í nevndini. Uppskotið um broytingar í Sjófeingislógini skal broyta reglurnar fyri útlendskan ognarskap. Eisini eru broytingar í fólkaskúlalógini á skránni.


Dagsskráin, fríggjadagur, 02. mai 2025, kl. 09:30

3 .viðgerð LM-092/2024 – Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

3. viðgerð LM-093/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (Broyttar reglur um stuðul til landbúnað og landbúnaðarframleiðslu og lógartøkniligar og málsligar broytingar og nágreiningar)

3. viðgerð LM-094/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Landsjørð skal tinglýsast við serligum frámerki, festitreytirnar verða broyttar, undir hesum fráfaringaraldur, feløg fáa heimild at upptaka lán, heimild Búnaðarstovunnar at selja landsjørð til m.a. almannagagnlig endamál, grundstykkir o.a. verður nágreinað, ásett verður, at jørð kann leggjast inn fyri jørð, sum er seld ella leigað burturav festi, og greiðari reglur um, hvussu missur fyri sølu og leigu verður endurbøttur, umframt lógartøkniligar og málsligar broytingar og rættingar)

3. viðgerð LM-091/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands (Nevndin verður víðkað o.a.)

3. viðgerð LM-077/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um skipan av lærugreinum, skipan av bygnaði fólkaskúlans, tal av undirvísingartímum, skúlaøki, skúlasamband og inklusjón o.a.)

3. viðgerð LM-057/2024 – Uppskot til løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi

3. viðgerð LM-074/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Ognarviðurskifti, miðsavning, javnseting, økt tilfeingi og landingartreytir)

2. viðgerð LM-040/2024 – Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um Húsalánsgrunnin

Framløga