Tað hevur gingið striltið – sera striltið hjá Runavíkar kommunu at geva einum manni innlit í eitt byggiloyvi til neyst, hóast klagað er send til Løgtingsins umboðsmanni, so sær út til at onki er hent í málinum, so tí er aftur klagað til Løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur gjørt úrskurð í hesum málinum.
Klagan viðvíkur sama mál, sum áður er klagað um tvær ferðir til Løgtingsins umboðsmann. Fyrru ferð varð málið viðgjørt í álitinum, sum er dagfest 19. september 2022, har álvarslig átala varð givin Runavíkar kommunu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst. Umboðsmaðurin vísti í álitinum á, at kommunan hevði skyldu at viðgera umsóknir um byggiloyvi eftir galdandi lóggávu og innan rímiliga tíð.
Klagarin læt Runavíkar kommunu umsókn um loyvi til at byggja neyst í mars 2021 og sendi síðani áminningar og fyrispurningar.
Í juni 2023 hevði Runavíkar kommuna ikki enn avgreitt umsókn klagarans, hóast klagarin hevði fingið boð um, at málið fór at vera viðgjørt í viku 7 ella viku 12, og síðani í viku 17.
Klagarin sendi síðst í viku 17 og í viku 18 fyrispurningar um umsókn sína til Runavíkar kommunu uttan at fáa svar, og vendi sær síðan til umboðsmannin.
Umboðsmaðurin heldur, at Runavíkar kommuna beinanvegin átti at kunna klagaran um støðuna við umsókn hansara, tá hugsað varð um drúgvu málsviðgerðartíðina av málinum og ta grundaðu væntan, sum klagarin hevði um viðgerð av málinum í viku 17.
Umboðsmaðurin heldur tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, enn ikki í juni 2023 hevði viðgjørt umsókn klagarans um byggiloyvi til neyst, og at Runavíkar kommuna í slíkari støðu ikki gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær avgerð kundi væntast.
Umboðsmaðurin metir hetta vera sera álvarsamt vansketni í viðgerðini.
Umboðsmaðurin hevur tí givið Runavíkar kommuna eina sera álvarsliga átalu fyri málið og hevur sent, samsvarandi § 10 í umboðsmanslógini § 10, fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.