Í 2024 fekk umboðsmaðurin 115 klagur, og av teimum vóru 91 endaliga avgreiddar innan ársenda. Harumframt vórðu avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum var eitt sindur hægri enn árini 2021-2023, men á støði við 2020.
Ársfrágreiðingin fyri 2024 er handað Løgtinginum og lýsir virksemið hjá umboðsmanninum í farna ári. Hon gevur innlit í klagur, sum eru komnar inn, viðgjørd evni og hvussu mál eru avgreidd.
Í ársfrágreiðingini stendur eisini, at umboðsmaðurin byrjaði eina røð av vitjanum á stovnum, sum veita umlætting til børn og ung, ið ikki eru undir barnavernd. Umframt hetta var hann á eftirlitsvitjan á tveimum røktarheimum við deildum til fólk við demensi. Samandráttir av hesum frágreiðingum eru partur av ársfrágreiðingini.
Eisini verður víst á krøvini, sum Barnarættindasáttmálin setir til málsupplýsingarskylduna hjá myndugleikum. Frágreiðingin er latin politikarum, almennum myndugleikum og fjølmiðlum, og hon liggur á heimasíðuni lum.fo.