Lomvigin er navnið á nýggja bátinum hjá Fuglakanningarstøðini hjá Havstovuni. Hann sigldi sín fyrsta arbeiðstúr í síðstu viku. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Navnið Lomvigin er valt fyri at vísa á upprunaliga aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini, sum varð sett á stovn í 1972 við tí endamáli at fylgja gongdini í lomvigastovninum.
Báturin skal brúkast í hesum týdningarmikla arbeiði og er kallaður upp eftir svartfuglinum, sum er miðdepilin í kanningunum.
Navnið er staðbundið í Føroyum, og lokala frábrigdið, Lomvigin, varð valt, tí høvuðskanningarstøðin er staðsett á Høvdanum í Skúvoy.
Lomvigin fer at endurtaka landsfevnandi fuglateljingarnar av lomviga og ritu, sum vórðu framdar árini 1972, 1987, 1997-99 og 2007-2014. Umframt fuglateljingar kemur Lomvigin at vera liður í alskyns verkætlanum og uppgávum, og verður nýttur í samstarvi millum Havstovuna og Tjóðsavnið.
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið.
Brim Boats á Eiði hevur bygt Lomvigan. Hann er skjóttgangandi og stabilur, bygdur úr svørtum HDPE panelum, og hevur eitt rúmligt fordekk til at senda upp og lenda dronur. Tað er høgligt at sigla við vísindaligari útgerð umborð í alskyns veðri.