Starvsfelagið hevur í átta ár roynt at dagføra lønartalvuna, sum er 24 ára gomul. Hon hevur tænt limunum og sáttmálapørtunum væl, men lýkur ikki dagsins krøv, stendur í fráboðan frá Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum.
Hóast tað í fleiri semjum og sáttmálum stendur, at lønartalvan skal dagførast, er einki veruligt stig tikið. Starvsfelagið metir, at arbeiðsgevarasíðan, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, ikki tykjast at hava somu fatan av málinum.
Súni Selfoss sigur, at uppskot frá arbeiðsgevarasíðuni kom í síðstu viku, eftir ein rokaligan fund. Men hann heldur tað minnir mest um eitt neyðloysnaruppskot, sum í roynd og veru niðurbindur limirnar í Starvsfelagnum júst har, tey eru í dag.
Tí hevur nevndin nú tikið støðu til, at Lønartalvan verður høvuðskrav í samráðingunum í heyst. Antin verður hon dagførd, ella so verður ein nýggj lønartalva sett í verk.
Uppskotini frá felagnum hava snúð seg um at gera talvuna meira tíðarhóskandi, lættari at umsita og fleksibla í lønarinnplaseringini. Felagið metir, at hetta er neyðugt fyri at gera almenna arbeiðsmarknaðin lokkandi, eisini fyri føroyingar, sum hugsa um at flyta heim aftur.
– Tað er fyri okkum greitt, at flosklarnir um at gera góðar avtalur í friðartíð ikki halda. Arbeiðsgevarasíðan brúkar hetta til at halda okkum niðri og billa okkum inn, at bestu avtalurnar verða gjørdar í friðartíð. Hetta hava vit nú roynt í 8 ár, og tað ber ikki til longur. Tí verður lønartalvan ovast á kravlistanum, tá komandi samráðingar byrja, sigur Súni Selfoss.