,

Lorkaðu sigurin burtur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EM-undanbólkur 6:
Ukraina – Føroyar 35-32 (14-17)

Nógv var nóg gott hjá manslandsliðnum í hondbólti í dag, hóast teir enn eina ferð taptu ein útidyst. Í sær sjálvum er tað ikki nøkur katastrofa at tapa ein útidyst móti Ukraina, men í dag høvdu Føroyar allar møguleikar at vinna, tí stóran part av dystinum vóru okkara menn tað betra liðið. 

Føroyar komu skjótt fram um og vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik. Í steðginum var 17-14 til Føroyar, og Ukraina kom eisini niður á tvey máls mun, 19-21, áðrenn Føroyar aftur fingu momentum og komu fram upp á 24-20, tá ið tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. 

Føroyski landliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, valdi at taka leikbrá, hóast tað gekk væl hesa løtuni. Tað skuldi hann kanska ikki havt gjørt, tí efir at liðini høvdu tosað um støðuna, vóru tað ukrainar sum fingu momentum. Skjótt minkaði málmunurin, og talan gjørdist um ein javnan seinna hálvleik. 

Seinasta korterið var Ukraina betra liðið. Føroyar hildu fram við tí sama, sum ikki hevði riggað serliga væl. Sjey móti seks riggaði illa og kostaði alt ov nógv mál í hinum endanum. Nógv brend skot og trý brend brotskøst kostaðu eisni nógv móti endanum av dystinum.  

Hóast ósigurin, so vístu okkara ungu hondbóltshetjur, at teir kunnu spæla væl á útvølli, og við tíðini fara ungu mennnir helst at duga betri at spæla slíkar dystir, og tá fara útisigrarnir helst at koma. 

Føroyar byrjaðu annars dystin frálíkt, og løgdu seg skjótt fram um. Peter Krogh byrjaði í verjuni, og saman við Teis Horn Rasmussen arbeidi hann sera væl í miðverjuni. Eisini Vilhelm Poulsen vardi sum ein sterkur oksi, og øll verjan vardi sera væl framman fyri Paula Jacobsen, sum stóð væl í málinum. Ofta máttu ukrainar skjóta langskot og fóru fleiri á stongina ella bjargaði Pauli Jacobsen. 

Eisini í álpinum gekst væl. Hákun West av Teigum skoraði fyrsta málið, og Óli Mttún spældi frá byrjan enn ein framúr góðan dyst. 

Alt riggaði væl, og Elias á Skipagøtu stýrdi spælinum meistarliga, og gjørdi færri mistøk enn móti Kosovo fyrr í vikuni. 11-5 var til Føroyar, tá ið eitt korter var spælt.  

Ukraina helt seg tó inni í dystinum, og serliga av strikuni eydnaðist teimum at skora fleiri mál. Eisini kom spælskiparin, Ihor Turchenko, spakuliga fyri seg móti endnaum av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist eisini Ukraina at koma niður á 17-14, tá ið farið var til hálvleiks. 

Sum nevnt, høvdu Føroyar heilt gott tamarhald á støðuni fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki. Men so stirnaði spælið, og vit manglaðu at finna aðrar loysnir, tá ið sjey móti seks ikki riggaði. Tað var eisini eitt sindur løgið, at Føroyar ikki fóru aftur at spæla seks móti seks.  

Í verjuni mistu vit eisini takið. Okkara fremsti verjuleikari, Peter Krogh kom ikki inn aftur. Verjan fall ov langt aftur, og tí gjørdist ov lætt hjá Ukraina at skora upp á langskot. 

Føroyar hingu tó í heilt fram til tríggjar minuttir fyri tið, tá ið Rói Berg Hansen skoraði av vinstra veingi til 32-31. 

So gekk ikki longur. Seinastu minuttirnar riggaði einki, og so máttu okkara hondbóltsmenn skuffaðir av vøllinum. Tað er eisini væl skiljandi, at teir vóru skuffaðir, tí í dag var tað mesta gott. Men tá ið á stóð, kláraðu vit ikki at halda høvdið kalt. 

Ósigurin í dag ger, at Føroyar hava tvey stig fyri tveir dystir, og enn er góður møguleiki at spæla seg til EM-endaspælið í 2025. Heimavøllurin hjá okkum er sterkur, og hvørki Ukraina ella Niðurlond skulu vænta at fáa nakað givið í nýggju høllini í Tjarnir í Hoyvík í vár. Og hvør veit, um vit ikki fyrr ella seinni vinna á útivølli, tí í dag var sera nær við.

EM-undanbólkur 6:
Ukraina – Føroyar 35-32 (14-17)

Málskjúttar og leikarar:
Óli Mittún 8/12 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/11 
Hákun West av Teigum 7/10 
Vilhelm Poulsen 4/6 
Rói Berg Hansen 2/2 
Pætur Mikkjalsson 2/2 
Teis Horn Rasmussen 1/3
Peter Krogh 1/1 
Pauli Mittún 0/2 
Janus Dam Djurhuus 0/1 
Tróndur Mikkelsen 
Pauli Jacobsen (má) 
Alekssander Lacok (má) 
Ísak Vedelsbøl 
Rói Ellefsen á Skipagøtu  
Kjartan Johansen 

Útvísingar: Tróndur Mikkelsen 

Dysturin á Handballstatz
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Mynd: Skermynd av sjónvarpinum hjá Kringvarpinum

Stigatalva í EHF EM-undanbólki 6

DystirMálStig
1Føroyar264-562
2Ukraina274-722
3Niðurlond140-392
4Kosovo121-320
Kelda: EHF