Loysingarhugsjónarmaður farin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Samfelagsfrøðingurin og samfelagskjakarin Zacharias Wang andaðist í gjár 84 ára gamal.

Zacharias Wang var útbúgvin samfelagsfrøðingur frá Universitetinum í Aarhus í 1965, og undirvísti í 30 ár á Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

Hann vaks upp í Soylugørðum í Kaldbak, men hann og konan Margit Svarrer, tannlækni, búsettust í Hoyvík, har Zacharias var valdur í Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð frá 1977 til 1978. Eisini var hann valdur í Tórshavnar býráð frá 1981 til 1988.

Zacharias Wang var øll árini virkin, vitandi og litríkur samfelagskjakari. Hann var loysingarmaður, og vísti, tá ið høvið beyðst, á Bergensáttmálan frá 1450.

Á bókmentaøkinum gjørdi Zacharias Wang stórt arbeiði, og hann skrivaði og var við í nógum útgávum.

Í 1988 kom slóbrótandi útgávan Stjórnmálafrøði, sum lýstið politisku skipanina úr føroyskum sjónarhorni.

Hann hevði eisini forlagið Stiðjan, sum millum annað var við at geva fleiri orðabøkur út. Í 2000 fekk hann virðisløgn M.A. Jacobsen fyri yrkisbókmentir.

Zaharias Wang og konan Margit Svarrer vóru partar av H71 og mentanarlívinum í Hoyvík. Tey eiga tvær døtur, Ullu og Elin. Margit Svarrer andaðist í februar í ár.