Luitjen aftur NM-silvur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

19 ára gamli føroyameistarin í talvi, Luitjen Akselsson Apol, vann silvur í norðurlandameistarakappingini í Íslandi í februar. Hann fekk fimm stig av seks møguligum við fýra sigrum og tveimum javnleikum.

Luitjen kappaðist við tveir íslendskar telvararnar um sigurin. Favoritturin, altjóða meistarin Aleksandr Domalchuk-Jonasson, vann gull. Hann vann øll talvini uttan móti Luitjen, sum endaði javnt.

Hetta er triðja ferðin, at Luitjen vinnur silvur í NM-kappingini. Hann var eisini nummar tvey í fjør og í 2019, tá í einum lægri aldursbólki. Tvær ferðir hevur hann verið nummar trý, í 2021 og 2023. Enn hevur hann ikki megnað at vinna gullið, men hann hevur ein møguleika aftrat næsta ár, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum.

Tíggju føroyskir telvarar vóru við NM, tveir í hvørjum aldursbólki. Hóast teir ikki náddu toppin, stóðu teir seg væl og telvaðu í samsvari við síni styrkistøl. Onkur megnaði enntá at troka seg fram um telvarar við hægri styrkitali.

NM í ungdómstalvi 2025 í Íslandi

A-bólkurin – U-20

1. IM 2370 Aleksandr Domalchuk-Jonasson, Ísland 5½ stig
2. FM 2317 Luitjen Akselsson Apol, Føroyar 5
3. Benedikt Briem 2193, Ísland 4
8. Rógvi Heinason Olsen 1850, Føroyar 2½

12 telvarar í alt


B-bólkurin – U-17

1. Aku Salonen 2212, Finnland 5 stig
10. Rókur Davidsen, 1871 Føroyar 2½
11. Petur G. Magnussen, 1886 Føroyar 2

12 telvarar í alt


C-bólkurin – U-15

1. Evsuld Myagmarsuren 2296, Noreg 5½ stig
11. Jamil Emil Jakobsen 1680, Føroyar 1½
12. Jamil Oskar Jakobsen 1523, Føroyar ½

12 telvarar í alt


D-bólkurin – U-13

1. Isai Sivaparan 1844, Noreg
10. Dávid Lútzen, 1471 Føroyar, 1½
12. Djóni F. Jacobsen, Føroyar ½

12 telvarar í alt


E-bólkurin – U-11

1. Yiming Zhang 1922, Finnland 5½ stig
10. Lisa J. Xin 1549, Føroyar 1½
11. Baldur B. Jørgensen, Føroyar 1½

12 telvarar í alt