Í tíðindaskrivinum hjá B36, hevur Dan Brimsvík nøkur orð um Lukas Giessing:
“Lukas er ein spennandi ungur leikari, sum er skúlaður í FCM.
Lukas hevur eisini spælt eina rúgvu á føroyska U21 landsliðnum, sum hevur avrikað væl seinastu árini. Tíverri hava skaðar arga hann í fyrru hálva av 2023. Tískil mugu vit hava tol fyrstu tíðina, men vit síggja stórar útviklingsmøguleikar í hesum leikaranum, og vóna vit at kunnu verða við til at skapa røttu menningina av Lukas í B36”.
Lukas Giessing leikti við NSÍ í fjør, har hann leikti 12 dystir og skoraði eitt mál. Hann hevur eisini fortíð í F.C Midtjylland, Argja Bóltfelag, Akademisk Boldklub, HB og Nykøbing.