Í dag klokkan 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti. Kvinnulandsliðið í hondbólti er fyrsta føroyska landslið nakrantíð, sum spælir seg til eitt HM-endaspæl í einum stórum liðítrótti.
Lutakastið kann stroymast her: https://www.youtube.com/@ihfworldhandball
IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í styrkisbólki 3.
Tað er eisini longu greitt, at Føroyar skulu spæla sínar heimadystir í bólki D í týska býnum Trier nærhendis Luksemborg. Tað var eitt ynski frá týska hondbóltssambandinum. Hondbóltssambandið boðar frá, at ferðing verður fyriskipað til Trier.
Styrkisbólkar HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti 2025
Styrkisbólkur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Týskland, Niðurlond, Svøríki, Ungarn, Montenegro
Styrkisbólkur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Styrkisbólkur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Styrkisbólkur 4: Kina, Kroatia, Egyptaland, Uruguai, Kasakstan, Paraguai, Kuba, Iran
