Ein maður situr í dag á ákærubeinkinum í Føroya rætti, har hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu ólavsøkunátt í 2021.
Sambært ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri at hava neyðtikið kvinnuna í miðbýnum í Havn, og at hóast kvinnan rópti, at maðurin skuldi steðga, so gjørdi hann ikki tað og legði ístaðin hondina fyri munnin á henni, so hon ikki fekk rópt.
Sambært ákæruritinum royndi kvinnan eisini at skræða seg leysa, men at hetta eydnaðist ikki.
Umframt hetta er maðurin eisini ákærdur fyri í mei mánaði sama ár at hava stolið ein bil í Klaksvík og hava koyrt hann uttan koyrikort.