Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á einum arbeiðplássi í Havn.
Tað er ikki heilt greitt, hvat er farið fram, men onkursvegna varð ein maður áðrendur av einum gaffiltrukki og fekk skaða í beinið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan var á staðnum, og at arbeiðseftirlitið varð boðsent.
Farið verður nú undir at kanna málið, sigur løgreglan.
Harumframt vóru eisini tvey mál úr ferðsluni í gjár. Ein bilførari varð tikin fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi, og ein annar varð tikin fyri ikki at hava tryggjað barnið í einum barnasetri í bilinum. Umframt bót fær hesin seinni bilførarin eisini klipp í koyrikortið.