Tá Norrøna kom á Havnina í gjár, so stóðu tollararnir klárir á farsstøðini og kannaðu ferðafólkini, ið komu í land.
Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá í morgun, at tollararnir fingu illgruna um ein ungan mann, at hann royndi at smugla rúsevni til landið. Ringt bleiv til løgregluna, ið kannaðu mannin, men tá einki varð funnið á honum, so fór løgreglan á Landssjúkrahúsið við manninum, sum bleiv skannaður, og tá sást, at maðurin hevði okkurt innvortis í baktarminum.
Maðurin er føroyingur og mitt í tjúgunum, sambært vaktleiðaranum.
Maðurin bleiv tikin við á løgreglustøðina, har bíðað varð eftir, at maðurin fekk smáu posarnar út á náttúrligan hátt, og so bleiv tað vigað so hvørt.
Vaktleiðarin sigur, at nøgdin var einar 30 til 40 gramm av hassji, og tað fær so ungi maðurin eina bót fyri.