Bæði formaðurin í Kommunufelagnum og stjórin í einum av alifeløgunum ávara ímóti at gera ein føroyskan elmarknað eftir tí leisti sum tykist vera lagt upp til í einum nýggjum uppskoti frá andstøðutinglimum.
Eitt aktuelt uppskot um at broyta ta føroysku elveitingarlóggávuna kann, um tað verður samtykt í verandi líki, fáa “álvarsligari fylgjur” enn uppskotsstillararnir gruna. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og formaður í Kommunufelagnum, og leggur afturat at SEV, sum Føroya fólk eigur umvegis kommunurnar, er “meginskorðan undir vælferðarsamfelagnum sum vit øll eiga í dag.”
“Fáa [uppskotsstillararnir] undirtøku frá einum meiriluta fyri uppskotinum, so fær tað helst álvarsligari fylgjur fyri tað føroyska samfelagið enn tey sjálvi grunaðu, táið eitthvørt áhugamál hjálpti teimum at fabrikera uppskotið,” segði formaðurin í Kommunufelagnum í einum almennum skrivi.
Uppskotið kann, sambært Tórbjørn Jacobsen, “gera enda á samhaldsføstu ravmagnsskipanini hjá SEV, næstan áttati ára gomlu kommunalu non-profit ognini, sum man hava verið og er meginskorðan undir vælferðarsamfelagnum sum vit øll eiga í dag.”
Sum skilst hava uppskotsstillararnir grundgivið fyri broytingaruppskotinum við at vísa til at ein arbeiðsbólkur, sum Landsstýrið og Kommunufelagið settu í felag, mælt til eitt sølulið til at skunda undir tað grøna orkuskiftið.
“Tað er rætt at arbeiðsbólkurin mælti til eitt sølulið, men bólkurin legði treytaleyst áherðslu á at alt ravmagn skuldi seljast til SEV, sum síðan seldi ravmagnið víðari til privatkundar, vinnukundar og sølufeløg, uttan at sølufeløgini fingu sersømdir ella serprísir.”
Arbeiðsbólkurin mælti nevniliga til, legði Tórbjørn Jacobsen afturat, “at alt framleitt ravmagn bleiv selt inn til SEV, sum síðan seldi tað víðari til brúkararnar, sum vit kenna tað í dag, og eisini seldi ravmagn til sølufeløg, sum síðan seldu ravmagnið víðari til brúkararnar.”
‘Eingin orsøk til at SEV hevur yvirskot’
Ein annar kendur føroyingur, Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á alifyritøkuni Mowi Faroe Islands, mælti í einum almennum skrivi fyri jól frá at lata privatar fyritøkur selja ravmagn. Samstundis vísti hann á at endamálið við einum kommunalum monopoli sum tí hjá SEV er ikki at vinna sum mest av peningini burtur úr elveitingini.
“Privatar fyritøkur skulu ikki tjena pening uppá at selja til brúkaran,” siðmerkti Hans Jákup Mikkelsen. “Tað verður júst sami ruðuleiki sum er í Danmark í løtuni. Tað hevur tí týdning at SEV eigur alla sølu av streymi.”
Víðari vísti alistjórin á at útbyggingarnar hjá SEV eru stórar og at tær hava langa livitíð, og nevndi sum dømi byrgingar.
“Tí kann avskrivingarprofilurin leingast sera nógv, tí eingin orsøk er til at vit sum gjalda í dag, skulu gjalda fyri okkara eftirkomarar eisini. Um avskrivingarprofilurin verður longdur til 50 ár, sum er loyvt sambært roknskaparlógini, og SEV setir útsøluprísin hvørt ár so bert raksturin verður goldin og einki yvirskot, umframt at SEV rindar út eginpeningin yvir prísin yvir eitt tíðarskeið á 10 ár, kann SEV beinanvegin lækka streymprísin við hálvari krónu kilowatttíma. Hetta sambært roknskapinum frá 2023.”
“Vit skulu minnast til,” legði Hans Jákup Mikkelsen afturat, “at fleiri ættarlið av føroyingum hava tikið stór tøk og stríðst og strevast fyri at fáa bygt SEV út til tað vit hava í dag. Tað er tí skeivt at stórar føroyskar fyritøkur í dag skulu heysta eitt avkast av tí sum allir føroyingar hava bygt upp tey seinastu 80 árini. Stóru fyritøkurnar skulu gjalda sín part av kostnaðinum, so allir føroyingar fáa ágóðan.”
Víðari viðmerkti Hans Jákup Mikkelsen: “Endamálið við vinnupolitikki er at hækka livistøðið hjá okkum føroyingum. Ein háttur er at lækka tær útreiðslur sum vit øll hava, so vit kunnu fáa tað betri. SEV hevur monopol og er alment og hevur tað ongan marknaðarvága, tí allir føroyingar eru noyddir til at keypa streym frá SEV. Sostatt er eingin orsøk til at SEV hevur yvirskot.”