Mæla til at víðka kanningar av deyðiligum ílegusjúkum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið tilmæli frá einum arbeiðsbólki um at skipa kanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur og at víðka pinkubarnaskreeningina.

Tilmælið leggur upp til, at komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, sum hava ein munandi hægri títtleika í Føroyum. Hetta fyri at fyribyrgja, at børn verða fødd við deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast.

Harumframt verður mælt til, at pinkubarnaskreeningin verður víðkað við ílegukanning fyri ávísar ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. Soleiðis kunnu nýføðingar, sum bera hesar sjúkur, setast í viðgerð skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.

Við hesum tilmælinum hava vit eitt gott grundarlag fyri at tryggja, at vit í Føroyum hava eina skipan, sum kann fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum.

Arbeiðsbólkurin

Á sumri 2024 varð ein arbeiðsbólkur settur at orða eitt tilmæli til landsstýriskvinnuna. Arbeiðsbólkurin var skipaður undir Heilsustýrinum.

Arbeiðsbólkurin var mannaður við hesum umboðum:

  • Bjarna á Steig, stjóra, Heilsustýrið. Formaður í arbeiðsbólkinum.
  • Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, fulltrúa, verkætlanarleiðari, Heilsustýrið
  • Katrini Eivindardóttir Danielsen, PhD, fulltrúa, Heilsustýrið
  • Fróða Joensen, yvirlækna, Sjúkrahúsverkið
  • Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara á Rannsóknarstovuni, Sjúkrahúsverkið
  • Mariu Skaalum Petersen, professara og leiðara á Heilsugranskingareindini, Sjúkrahúsverkið
  • Jan Simonsen, deildarstjóra, Heilsumálaráðið
  • Andreasi Sjóvará, fulltrúa, Heilsumálaráðið

Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum:

  • at greina nærri og orða eitt tilmæli um, hvussu eitt tilboð kann skipast, sum hevur til endamáls, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av deyðiligum ílegusjúkum
  • at nágreina, hvørjar ílegusjúkur eiga at vera partur av tílíkari skreening
  • at lýsa, um neonatalskreeningin eigur at tillagast fyri at betra um viðgerðina av ílegusjúkum, sum kunnu viðgerast
  • at lýsa tørvin á arvafrøðiligari ráðgeving, tá ið tílíkar skipanir verða settar í verk, og hvussu ein tílík ráðgeving eigur at skipast
  • at lýsa fíggjarligar og starvsfólkaligar avleiðingar av tilmælunum
  • at lýsa møguligar etiskar avleiðingar av tilmælunum.