Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
KÍ-formaðurin er vónríkur um ein samlaðan sigur á Differdange

Klokkan 18 í kvøld skal KÍ royna at verja 2-0 leiðsluna teir hava frá fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í…

17.07.2024
B36-forkvinnan er varin optimist undan dystinum móti FK Auda

Í kvøld klokkan 18 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum B36 og FK Auda á …

17.07.2024
Hoyr samrøður við málskjúttarnar Heidi Sevdal og Jensu Tórálvsdóttir og við málverjan Valborg Østerø um 2-1 sigurin á Montenegro

Tað vóru tveir fegnir málskjúttar, Heidi Sevdal og Jensa Tórálvsdóttir, og málverji, Valborg Østerø reportarin…

12.07.2024
Hoyr málini og samanumtøkuna hjá Jónu Nicolajsen og Rúna S. Patursson: Føroyar-Montenegro 2-1 (2-1)

Hoyr frásøgnina hjá okkara frásøgukvinnu, Jónu Nicolajsen og viðmerkjaranum, Rúna Sundberg Patursson av málunu…

12.07.2024
Hoyr feðgarnir seta orð á heimsmetið og hoyr Poul Kallsberg seta orð á vakra lobbmálið í Liepaja

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í 1-1 javnleikinum millum Liepaja…

11.07.2024
Magne Hoseth og Silas Eyðsteinsson eru bjartskygdir hóast 0-2 tap í Lettlandi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum FK Auda skoraði ímóti B36, ið mátti leggja rygg t…

10.07.2024
Árni fegnast um sigurin og málini – men er ikki nøgdur við spælið

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum Árni Fred…

10.07.2024
Ljóð-Samandráttur: ÍF – EB/Streym

Rúni á Reynatrøð frásøgumaður og Agnar Prestá viðmerkjariSamrøður: Sigfríður og Jákup Martin Hálvleik støðan 0…

06.07.2024
Ljóð-Samandráttur: NSÍ – 07Vestur

Trygvi Absalonsen frásøgumaður og Jóhan á Mýrini viðmerkjari NSÍ – 07Vestur – 1-0 – Beinir Nolsøe (01min NSÍ) …

05.07.2024
Ljóð-samandráttur: Víkingur – HB

Rúni á Reynatrøð og Per Dávason Jacobsen, viðmerkjari, vóru í Gøtu. Víkingur – HB – 1-0 – Olaf Bárðarson (74mi…

04.07.2024
Ljóð-samandráttur: KÍ – B36

Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen eru í Klaksvík KÍ – B36 – 1-0 – Thomas Lillo (Sjálvmál 3min B36) KÍ – B36 – …

04.07.2024
Ljóð-samandráttur: Skála – B68

Hoyr Trygva, saman við viðmerkjarinum Knút Bjarnaskor Johannesen, siga frá báðum málinum, samanumtøka av dysti…

03.07.2024
Petur Knudsen heldur NSÍ vóru burturdømdir – Páll A. Klettskarð fegnast um kærkomna sigurin hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru sk…

28.06.2024
Jákup um sigurin hjá B68 á HB: Hetta er ein ótrúliga góð kensla

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Jákup A. Olsen siga frá seinastu sekundunum av dystinum B68-HB 1-0 (1-0) á Svang…

28.06.2024
Pauli heldur Skála hevði uppiborið betur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá 07 Ves…

24.06.2024
Hoyr hvussu Áki søkti KÍ við einum reinum hattrickið og hoyr Áka seta orð á 3-0 sigurin

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum Áki D. Samu…

23.06.2024