Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skriva partar av nýggjari bók um toppfótbólt, sum kemur út í næstum. Bókin Strength and Conditioning for Football – From Science to Practice kemur út í mars á forlagnum Routledge. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Bókin, sum er um 350 síður, er skrivað av granskarum og kropsligum venjarum úr mongum londum. Hon viðger øll øki av kropsligari venjing og fyrireiking í toppfótbólti.
Magni Mohr er millum mest endurgivnu fótbóltsgranskararnar í vísindaligum bókmentum, umframt at hann hevur arbeitt fyri fremstu fótbóltslið í Seriu A, Premier League, LaLiga og fleiri landslið. Hann hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini.
Ein av høvuðspørtunum viðger kropslig krøv í nýmótans toppfótbólti, skrivað saman við granskarum úr Italia og Portugal. Annar partur viðger skipan av kropsligari venjing, skrivaður saman við italskum, pólskum og donskum granskarum og venjarum.
– Hetta er ein bók, sum tekur støði í nýggjari gransking, men eisini umsetur vísindi til praktiska venjing og fyrireiking, sigur Magni Mohr, professari.