Magnus Carlsen tekur seg úr HM-kappingum í talvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heimsins besti telvari, norðmaðurin Magnus Carlsen hevur tikið seg úr HM í snartalvi og skjóttalvi eftir eina ósemju við altjóða talvsamgonguna FIDE.

Hann fekk fyrst eina bót á 200 dollarar fyri at vera í kovboybuksum, meðan hann telvaði, og tá ið hann aftur var kovboybuksum næsta dyst, fekk hann leikbann eitt umfar. Hetta gjørdi, at Magnus Carlsen valdi at taka seg úr HM-kappingini.

Magnus Carlsen sigur við norsku ríkisrásina NRK, at hann er troyttur av FIDE og teirra reglum, og at hann einki vil hava við FIDE at gera longur. Norski serfrøðingurin í talvi, Kristoffer Gressli, sigur støðuna vera eina katastrofu fyri altjóða talv.

Jøran Aulin-Jansson, varaforseti í FIDE er eisini keddur av, at Magnus Carlson tekur seg úr kappingini og er kløkkur av ógvusligu avgerðini.

Magnus Carlsen ætlar nú at brúka orkuna upp á Freestyle Chess, sum er ein variantur av talvi, har talvfólkið stendur øðrvísi á talvborðinum. Hann veit ikki, um ósemjan við FIDE fer at loysa seg, og gleðir seg at halda fram við Freestyle Chess.