Magnus Holm Jacobsen til B68

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B68 boðar frá, at 24 ára gamli Magnus Holm Jacobsen skal spæla við B68 í 2025. Felagið av Toftum legði leygarkvøldið eitt lítið filmsbrot við Magnus Holm Jacobsen út á Facebooksíðuna hjá felagnum, og sambært Portalinum hava partarnir gjørt eitt ára sáttmála.

Magnus Holm Jacobsen var stóra innkeypið hjá HB undan kappingarárinum 2025. Men skaðar gjørdu, at hann spældi lítið í fyrru hálvu.

Eftir evropeiska útidystin móti Hadjuk Splidt í summar var Magnus Holm Jacobsen koyrdur úr hópinum hjá HB, saman við Heðini Hansen, tí teir vóru ódisiplineraðir undir venjing. Heðin Hansen greiddi skjótt ósemjuna við venjaran Adoldo Sormani. Meðan Magnus Holm Jacobsen ikki vandi aftir við besta liðnum hjá HB. Hann spældi tó fleiri dystir við 1. deild.

Magnus Holm Jacobsen, sum er uppvaksin í HB, hevur áður spælt fyri B36 og 07 Vestur í Betrideildini. Í B68 er hann er helst beinleiðis avloysari fyri Ragnar Samuelsen, sum er farin til B36.

Fríggjadagin boðaði B68 eisini frá, at miðvallarleikarin, Sebastian Lau Nielsen heldur fram í felagnum.