Í seinasta landskappingardysti fyri HB fór Ári Mohr Jónsson skaddur av vøllinum. Og nú er greitt, at rennisterki bakkurin ikki verður nóg birgur til landsdystirnar, sum eru á skránni í næstum.
Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Magnus Egilsson úr B36. Bakkurin úr árstalsfelagnum er ikki ókendur í landsliðshópinum. Fyrstu fer Magnus var úttikin til A-landsliðið, var í 2018, og higartil er hávaksni havnamaðurin skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.
Seinnapartin týsdagin hevði manslandsliðið fyrstu venjingina undan landsdystunum móti Kekkia og Albania, sum verða leygardagin 17. juni, og týsdagin 20. juni. Báðar dagarnar er avspark klokkan 19:45.
Atgongumerkjasølan til komandi dystir hevur gingið væl, og týskvøldið vóru umleið 2.600 atgongumerki seld til EM-undankappingardystin móti Kekkia, og higartil eru umleið 1.800 atgongumerki seld til dystin móti Albania. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.
Áðrenn venjingin av álvara fór í gongd, vórðu nýggju ljósini á Tórsvølli tikin alment í nýtslu. Christian Andreasen, FSF-forseti, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu søgdu nøkur orð, og síðani varð trýst á knøttin, ið tendraði ljósini.
Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu fyri tólv árum síðani, var talan um eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo