, ,

Magnus sleppur ikki til Póllands

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Miðskeiðis í farna mánaða frættist, at 07 Vestur-spælarin Magnus Holm Jacobsen hevði gjørt sáttmála við pólska felagið, Chrobry Glogow.

Men í viðmerking til bolt.fo í juli segði formaðurin í 07 Vestur, Jón Nordendal, tá, at hendi skiftið, meðan føroyski flytingargluggin var opin, so kundi hann skifta, men hetta hendi ikki.

Um 07 Vestur ikki hevur leysgivið Magnus H. Jacobsen, so kann hann ikki gera sáttmála við eitt annað felag, uttan so, at hann verður keyptur, men har er einki boð komið, segði 07 Vestur-formaðurin tá.

Nakað av orrustu hevur síðan verið millum felagið og spælaran, sum metir seg kunna skifta til pólska felagið, tí mótmælti 07 Vestur flytingina av spælarinum, og nú er úrskurðurin hjá Aga- og etiskanevndini hjá FSF komin, har nevndin gevur 07 Vestur viðhald í kæru síni.

07 Vestur vísir í kæruni á, at spælarin er bundin av yrkissáttmála við 07 Vestur fram til 31. oktober í ár, og at avtalan einans var, at 07 Vestur var sinnað at leysgeva spælaran til útlendskt felag uttan samsýning, um flytingin varð framd meðan føroyski flytingargluggin var opin.

Flytingargluggin læt aftur tann 12. juli.

Aganevndin staðfestir eisini í sínum úrskurði, at flytingarumbønin frá pólska felagnum kom tann 25. juli, sum er væl aftaná, at føroyski flytingargluggin læt aftur.

– Niðurstøðan er, at 07 Vestur hevur haldgóða grund til at mótmæla, at Magnus Holm Jacobsen flytur felag í úrtíð av føroyska flytingarglugganum. Avleiðingin er, at spælarin er bundin sáttmálaskeiðið út, um ikki onnur avtala verður gjørd millum 07 Vestur og spælaran, skrivar Aganevndin.