,

Vestmanna: Makrel í okt­ob­er – sild í nov­emb­er

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Í Vestmanna verður nú arbeitt sild aftan á ein hampiliga góðan oktober mánað við makreli. Vestmanna Seafood klárar at framleiða upp móti 100 tons um samdøgrið av flaki og heilfrystum, veri seg av makreli ella sild. Hartil verða framleidd eini 700-800 tons av svartkalva gjøgnum árið, upplýsir Eyðun Olsen, stjóri á virkinum.

“Vit framleiddu umleið 750 tons av makreli í oktober, nakað av tí sum flak og nakað sum heilfryst,” segði Eyðun Olsen, sum saman við Bárði Poulsen, Dánial í Skálum, Tummas Christophersen og øðrum eigur tey bæði virkini hjá Vestmanna Seafood og uppsjóvarskipið Vestmenning.

Nú í november er so farið yvir í sildaárstíðina.

“Vit eru komin væl í gongd við sildina, og vónandi verður tað til eina hampiliga góða sesong,” legði stjórin afturat.

Vestmenningur landar regluliga til Vestmanna Seafood, umframt at Vesturbúgvin eisini landar har.

Tá tað kemur til svartkalva verður rávøran keypt umvegis Fiskamarknað Føroya.

“Við svartkalvanum er framleiðslan minni bundin at árstíðum, so har er tað eitt sindur meira javnt yvir árið. Tó er tað ein avbjóðing at fáa alt arbeiðið lagt soleiðis til rættis at tað er regluligt; tað er serliga uppsjóvarfiskurin sum ger at tað verða toppar við nógvum arbeiði ávísar tíðir og so einki at gera aðrar tíðir. Men vit hava tíbetur ikki havt trupulleikar við at útvega arbeiðsfólk sum eru búsitandi í Vestmanna.”

Eini 35 fólk arbeiða á Vestmanna Seafood.