Makrelveiðan setir met í ár

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroyska makrelveiðan fer í ár at seta met.

Til og við í gjár var samlaða fráboðaða veiðan tilsamans 157.000 tons. Tað er umleið 20.000 tons meira enn samlaða veiðan í fjør, ið var 134.000 tons.

Tað skrivar Felagið Nótaskip.

Av felagskvotuni við hámarki upp á 55.000 tons, eru nú 17.400 tons eftir.

Føroyska kvotan í 2023 er 132.000 tons, tá býtt er við onnur lond, umframt 11.000 tons, sum eru flutt frá 2022 eftir regluni um tíggju prosent flyting. Av hesum tilsamans 144.000 tonsunum, so eru 24.000 tons eftir at fiska. Av samlaðu veiðuni í ár eru 65 prosent fiskað í føroyskum sjógvi og 35 prosent í altjóða sjógvi.

Nógv tað mesta av makrelinum í ár er landaður til ídna, tí frystivirkini hava ikki tikið ímóti makreli síðan í juli. Pelagos hevur tó hesa vikuna tó tikið ímóti tveimum lastum, sum hvør var 800 tons.

Felagið Nótaskip skrivar, at avreiðingarprísurin hevur verið góður, og í løtuni liggur hann um sjey krónur fyri kilo.

Hóskvøldið á midnátt fer undantaksloyvi til at landa makrel uttanlands úr gildi, og Vørn sigur, at treytin er, at landingin skal vera byrjað fyri midnátt.

18 føroysk makrelskip eru úti í løtuni. 11 royna í altjóðasjógvi og sjey í føroyskum sjógvi.

Meira enn 50 norsk uppisjóvarskip royna eftir makreli tætt við føroyska markið. Tey hava ikki nakran rokfiskiskap, tí skipini sum selja um norsku uppboðssøluna í dag, hava bara 2-300 tons hvørt, skrivar Felagið Nótaskip.