Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, hevur svarað Honnu Jensen, sum spurdi, hvussu tað gongur við at fyrireika lógaruppskot um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni.
Í svarinum sigur Sirið Stenberg, at uppskotið skuldi leggjast fyri Løgtingið í vár, men tað eydnaðist ikki. Hon upplýsir tó, at málið framvegis er á dagsskrá og kann verða lagt fram seint í komandi tingsetu, um samgonguflokkarnir taka undir við tí.
Løggildingin umfatar fleiri øki og krevur samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Umhvørvismálaráðið. Enn er ógreitt, nær ein møgulig løggilding kann setast í verk. Eisini tað skal eitt møguligt lógaruppskot taka støðu til.
Meistaraútbúgvingin, sum skal vera ein fortreyt fyri løggilding, er ikki liðug fyrireikað.
Tá ið nýggj útbúgving verður sett á stovn, skal ein leistur finnast fyri fígging, og hetta verður viðgjørt saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.