Málið um Suðuroyartunnilin beint aftur í fíggjarnevndina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Málið um Suðuroyartunnil var til 3. viðgerðar í tinginum í dag, og longu fyrst í fundinum skeyt Sólvit Nolsø upp at beina málið aftur í Fíggjarnevndina.

Tað uppskotið var samtykt við 17 atkvøðum úr samgonguni fyri og 15 atkvøðum úr andstøðuni móti.

Eitt annað uppskot var eisini frá sambandflokkinum um, at geva tunnilsfelagnum heimild til at fyrireika og gera forprosjekt fyri verkætlanina, sum samstundis verður víðkað til at fevna um alternativu linjuføringina við tunnilsmunna innan fyri Múlan á Sandi.

Tað uppskotið kom ikki í til atkvøðugreiðsu, tí at løgtingið samtyktið at beina málið aftur í fíggjarnevndina.