32-ára gamli Alasdair “Ally” Adams byrjaði fótbóltslívsleiðina við Hibernian FC, men hevur bara roynt seg í lægri skotskum deildum. Í summar keypti Arbroath Adams frá áhugafelagnum Musselburgh Athletic.
Leygardagin spældi Arbroath ímóti Raith Rovers, sum Gí spældi ímóti í 1995 og sum John Frederiksen umboðaði farna kappingarár, í næstbestu skotsku deildini. Heimaliðið hevði ikki tapt í ellivu dystir og lá tvey stig á odda í kappingini, meðan gestirnir komu við einum skaðaplágaðum hópi, tí teir høvdu bert 4 av 8 møguligum útskiftarum við til dystin.
Oddaliðið legði seg eisini sum væntað á odda 2-0, tá ein tími var leiktur og tóktist at vinna ein lættan sigur, men ein innskiftari vildi tað øðrvísi! Hann kom á vøllin stutt fyri, at Raith Rovers økti til 2-0, tá verjuleikarin Aarion Steele noyddist út við skaða. Eykamálmaðurin fekk ikki málmansplássið, men varð settur fram í álopið í allarfyrsta landskappingardystinum fyri nýggja felagið.
Eydnuleikurin eydnaðist, tí Ally Adams hevði verið útivið 20 minuttir á vøllinum, tá ið hann hamraði bóltin umvegis yvirliggjaran í málið frá 25 metra fjarstøðu! Støðan var nú 1-2 og 10 minuttir fyri leiklok fingu gestirnir eitt brotsspark, sum teir skoraðu uppá. Dysturin varð vendir á høvdið og endaði sostatt 2-2.
Stigið mundi koma væl við hjá Arbroath, sum liggur á næstaftasta plássi við 17 stigum fyri 17 dystir.
