Málmaksinan hjá NSÍ mól í Vági

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

FC Suðuroy stóð í móti so nøkulunda í ein hálvleik, men í seinna hálvleiki skrædnaði veruliga, og endan var at NSÍ vann 7-1 í Vági.

NSÍ hevði alt spælið og nógvar møguleikar at skora. Tað kom hol á við tveimum málum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Petur Knudsen og Klæmint Olsen skoraðu.

Fyri steðgin eydnaðist tó FC Suðuroy at minka til 2-1 við einum av fáu álopunum hjá suðringunum. Olivur Renéson Thomsen skoraði eftir eitt kontraálop.

Í seinna hálvleiki gingu bara fáir minuttir, so økti Petur Knudsen til 3-1 við brotssparki, og so rapaðu málini inn. Fabian Næs, Klæmint Olsen og Brandur Olsen við tveimum málum gjørdu tað til úrslitið 7-1. Serliga seinasta málið var vert at skriva um, tí Brandur Olsen hamraði enn eitt sera gott fríspark upp í málhornið.

NSÍ er nú bara eitt stig aftanfyri oddaliðið KÍ. Meðan FC Suðuroy júst heldur seg omanfyri niðurflytingarstrikuna, við einum mál betri málmuni enn TB.



Stigatalva Betrideildin menn

NrLIÐDVJTMFMMStig
1109103352828
2NSÍ109014893927
3HB106132020019
4B36105141615116
5Víkingur104241010014
6EB/Streymur104151119-813
7B68103251022-1211
8FC Suðuroy10207424-206
9TB10136930-216
1007 Vestur101181219-74