Burndeildin menn, 2. FM-finala
H71 -Kyndil 31-33 (18-17)
Tað sá einki út hjá Kyndli, tá ið H71 førdi 30-27, og tólv minttir vóru eftir. Men eftir eitt leikbrá, vendi dysturin.
Tað, ið eftir var av dystinum, hildu verjan hjá Kyndli og Tórður Guttesen so mikið tætt, at H71 einans skoraði eitt mál afturat í dystinum, meðan Kyndil skoraði seks. Sostatt vann Kyndil 33-31.
Ein av stóru leikarunum hesa seinastu løtuna hjá Kyndli var veteranurin David Edvardsen, sum vísti, at tað framvegis er dugur í manninum, sum fyri mongum árum síðan kom úr Danmark til Føroya at spæla hondbólt.
Kyndil byrjaði dystin best, og helt seg framman fyri við tveimum trimum málum fyrsta korterið. So át H71 seg spakuliga inn í dystin aftur og javnaði skjótt. Fram móti steðginum kom H71 fram um við tveimum málum, men Kyndil kláraði at minka niður í 18-17, áðrenn farið var at hvíla seg.
Í seinna hálvleiki var tað H71, sum setti tónan. Hoyvíkinar hildu seg sum nevnt framman fyri alt fyrsta korterið, og einferð vóru fýra mál á muni.
Góði endin hjá Kyndli gjørdi tó, at teir vunnu aðru FM-finaluna, og nú hava liðini vunnið hvør sína finalu.
Fyri H71 var Høgni Heinason toppskjútti við 8 málum, harav eitt upp á brotskast. Fyri Kyndil skoraði Jákup Jørgensen eisini 8 mál, harva heili 7 vóru upp á brotskast
Lagt er upp til eina spennandi 3. FM-finalu í bestu mansdeildini í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 18.00

FM-finalur í Burndeildini menn
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
- Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00
Møgulig fimta finala
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00