Málsviðgerðartíðin er vorðin longri í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur svarað spurningi frá Magnusi Rasmussen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Í svarinum sigur Magnus Rasmussen, at higartil í ár, fram til 16. juni, eru 563 arbeiðs- og uppihaldsloyvi givin, og 42 eru longd. Loyvini umfata ikki familjusameining ella mál eftir ES-skipanini.

Síðan 1. september 2024 hevur Útlendingastovan havt ábyrgdina av málsviðgerð, eftir at Føroyar yvirtóku hendan myndugleikan.

Málsviðgerðartíðin er tó vorðin longri, serliga í Fast Track-málum, sum skuldu verið avgreidd skjótari. Í fyrsta ársfjórðingi tók viðgerðin í slíkum málum í miðal 47 dagar, hóast væntaða tíðarmarkið var sett til 30 dagar.

Sambært landsstýrismanninum hevur vanliga málsviðgerðin á arbeiðsøkinum tikið longri tíð enn ynskiligt, og hetta kann hava keðiligar avleiðingar fyri bæði borgarar og arbeiðsgevarar.

Landsstýrismaðurin sigur, at orsøkirnar eru fleiri. Stovnurin er lítil og nýggjur og hevur ikki enn somu skipanir, førleikar og tøkni sum donsku myndugleikarnir. Samstundis skulu starvsfólk í Útlendingastovuni bæði menna nýggjar mannagongdir og skipanir, og samstundis viðgera sjálv málini.

Landsstýrismaðurin sigur seg arbeiða miðvíst við at styrkja innanhýsis skipanir og menna fakligu førleikarnar, men staðfestir eisini, at ein haldfør og ítøkilig loysn má fáast, so málsviðgerðin kann styttast og arbeiðið gerast munabetri í longdini.