Besti málverjin í landskappingini í hondbólti seinastu mongu árini 36 ára gamli serbin Mladen Mjerkmacka skal spæla fyri Team Klaksvík komandi kappingarár, eftir at hava spælt við VÍF í níggju ár.
Mladen kom til til Føroya at spæla fyri Kyndil í 2013, og var beinanvegin mettur at vera millum bestu málverjar í føroysku landskappingini.
Í 2016 fór Mladen Mjerimacka at spæla fyri VÍF, og har hevur hann spælt síðan.
Nú takkar fyrikomandi málverjin fyri seg í Vestmanna og fer at royna seg í Klaksvík.
Team Klaksvík boðar eisini frá, at Jens Paula Poulsen.heldur fram á besta liðnum hjá Team Klaksvík.
